Floksfelagar ávirka tína yrkisleið

Floksfelagar ávirka tína yrkisleið
Gransking vísir, at tey, tú gongur í flokki saman við, hava eina ávirkan á, hvar tú fert at arbeiða
 
24.09.2025 - 13:38

Frá floksfelaga til starvsfelaga: Ávirkanin av floksfeløgum á yrkisleiðina.

Soleiðis eitur granskingarverkætlanin, sum Tróndur Møller Sandoy seinastu átta árini hevur arbeitt við saman við øðrum granskarum.

Tróndur Møller Sandoy er Ph.D í búskaparfrøði og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya.

- Fyribils úrslit vísa greitt, at tey, tú gongur í flokki saman við, hava stóra ávirkan á, hvar tú fert at arbeiða. Eisini kunnu floksfelagar hava eina ávirkan á, hvussu nógva løn tú fært, sigur Tróndur Møller Sandoy.

Í morgunsendingini greiðir Tróndur Møller Sandoy frá granskingarverkætlanini og útgreinar, júst hvussu floksfelagar ávirka okkara yrkisleið.

Í sambandi við árligu Vísindavøkuna, sum er fríggjadagin, setir morgunsendingin hesa vikuna sjóneykuna á ymiskar granskingarverkætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533