Grindadráp: Hvat halda føroyingar

Grindadráp: Hvat halda føroyingar
12% av føroyingum halda, at vit skulu gevast við at drepa grind.
 
25.09.2025 - 10:01

Elsa Helmsdal, MSc í heilsufremjan, ger ph.d. verkætlan um dálkingarevni í grind. Í høvuðsheitum snýr verkætlanin seg um, hvat føroyingar halda um grind, grindadráp og dálking.

Tey síðstu áratíggjuni hevur dúgliga verið roynt at greiða føroyingum frá um teir vandar, sum knýta seg at tí at eta grind. Tað hevur tó ikki forða føroyingum í at gevast við at drepa og eta grind. Faktiskt vísa kanningarnar hjá Elsu Helmsdal, at bert 12% av øllum føroyingum halda, at vit skulu gevast við at drepa grind.

Tað eru færri kvinnur enn menn, sum eta grind og luttaka í grindadrápi. Hóast tað, halda flestu kvinnur í Føroyum heldur ikki, at vit skulu gevast við at drepa grind.

Elsa Helmsdal vitjaði morgunsendingina, har hon greiddi frá um sína verkætlan. Samrøðan kann hoyrast her:

1765954

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928