Venjarin: Vit flyta okkum rætta vegin

Venjarin: Vit flyta okkum rætta vegin
Steypasigurin er tekin um, at HB flytir seg rætta vegin, segði venjarin Lukasz Cieślewicz, sum helt, at dystarætlanin riggaði ímóti favorittunum úr Klaksvík
27.09.2025 - 22:43

Steypasigurin á KÍ er tekin um, at HB flytir seg rætta vegin, segði Lukasz Cieślewicz eftir finaluna á Tórsvølli leygarkvøldið.

Fyrrverandi stórspælarin rósti spælarunum fyri innsatsin ta tíðina, hann hevur verið venjari, og segði at gullið var uppiborin løn fyri stríðið, sum tær hava lagt í venjing og dystir farnu árini.

 - Frá fyrsta degi hava tær vilja flutt seg, og tær hava verið so disiplineraðar, og tí fáa tær okkurt fyri harða arbeiðið hjá sær, segði Lukasz Cieślewicz.

HB hevur vant taktiskt í tvær vikur fram ímóti finaluni, viðgekk venjarin, sum helt, at tað kom teimum til góðar, at tær spældu landskappingardyst ímóti KÍ seinasta vikuskiftið, hóast HB tá tapti 4-1 í Klaksvík.

 - Kanska tað kom okkum til góðar, at vit kundu royna ymiskt, meta um tað og laga tað til. Eg haldi, at dystarætlanin riggaði væl, segði venjarin.

HB vardi væl ímóti longu sendingunum hjá KÍ, og tí var nóg mikið við tí eina málinum, sum Rúna Jacobsen skeyt eftir horna, tá lítil hálvur tími var spældur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375