KÍ føroyameistari eftir sigur á Dungasandi

KÍ føroyameistari eftir sigur á Dungasandi
KÍ er aftur føroyameistari í bestu fótbóltsdeildini við monnum. Klaksvíkingar máttu stríðast á Dungasandi ímóti 07 Vestur, men tryggjaðu sær til endans sigurin og FM-heitið
 
03.10.2025 - 20:53

Kí er aftur føroyameistari í bestu fótbóltsdeildini við monnum. 

Klaksvíkingar tryggjaðu sær FM-gullið við at vinna 2-1 á 07 Vestur á útivølli, og so var líkamikið, at bæði NSÍ og HB vunnu sínar dystir, tí KÍ er sjey stig fremst við bert seks stigum eftir at spæla um.

Árni Frederiksberg legði KÍ framum tríggjar minuttir eftir steðgin, men 07 Vestur tók øll á bóli, tá Casper Gedsted Hansen javnaði í 58. minutti. NSÍ legði seg framum seint í dystinum ímóti B36 í Runavík, og eina løtu sá út til, at FM-veitslan hjá klaksvíkingum aftur mátti útsetast.

So var kortini ikki. Eitt hitt sterkasta samstarvið í føroyskum fótbólti nógv tey seinastu árini - Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð - syrgdi nevniliga fyri sigursmálinum, sum Páll Klettskarð setti í málið eitt korter fyri leiklok.

Talan er um fimta meistaraheitið, síðan nýggja stórtíðin hjá KÍ-monnunum byrjaði við FM-heitinum í 2019. Hesi árini hava bert HB og Víkingur megnað at stungið seg upp ímillum í sigursrøðini hjá teimum í Klaksvík.

Meistaraheitið er hitt 22. í røðini hjá KÍ, og bert HB við 24 hevur vunnið meir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666