Kapping á tryggari internet-degi hjá SSP kravdi Instagram-konto

Kapping á tryggari internet-degi hjá SSP kravdi Instagram-konto
Samstundis sum skipað varð fyri evnisdegi um at ferðast trygt á netinum, so skipaði SSP eisini fyri kapping á Instagram
- Vit hava longu avgjørt, at hetta kemur ikki fyri aftur, sigur Daisy J. Iversen frá SSP-ráðgevingini
 
08.10.2025 - 18:23

- Hetta er óheppið, men vit hava longu avgjørt, at hetta kemur ikki fyri aftur.

Tað sigur Daisy J. Iversen, frá SSP-ráðgevingini í sambandi við, at tað í dag bleiv hildin ein evnisdagur, sum nevndist "Tryggari internetdagur", fyri næmingar í hádeild í fólkaskúlanum.

Men samstundis sum evnisdagur varð hildin, so bleiv eisini skipað fyri kapping, har næmingar kundu vinna tvey gávukort upp á 500 krónur frá Føroya Tele og Nema, har næmingar skuldu fylgja ein síðu og dáma eitt uppslag á Instagram.

Harvið var kappingin knýtt at, at næmingar hava ein konto hjá Instagram.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Daisy_J__Iversen_EDIT

 

Her er uppslagið á Instagram:

Eisini fingu næmingar, sum vóru til evnisdagin, eitt nú hesa vatnfløskuna, har næmingar kundu skanna QR-kotuna á fløskuni fyri at koma inn á Instagram-síðuna, samananetinum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985