Heiðrað listaverk vigað á Vágskálini

Heiðrað listaverk vigað á Vágskálini
Ummælarasendingin Vágskálin hjá Una Arge hevur vigað fleiri av listaverkunum, sum í hesum døgum eru heiðrað við virðislønum bæði heima og úti
 
23.10.2025 - 10:00

Virðislønirnar hava regnað oman yvir føroysk listafólk farnu dagarnar, og nógv av verkunum, sum eru heiðrað, hava verið ummælt í Vágskálini.

Á KVF Ljóð kanst tú endurhoyra, hvat varð sagt um verkini.

 

"Svørt orkidé"

Vónbjørt Vang vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið ”Svørt orkidé”.

Savnið varð ummælt í Vágskálini 13. desember í 2023. Urd Johannesen og Hans Jacob Kollslíð ummæltu.

Hoyr sendingina á KVF Ljóð ella her:

 

1641746

 

"Seinasta paradí á jørð"

Sakaris Stórá vann Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin ”Seinasta paradís á jørð”.

Filmurin varð ummæltur í Vágskálini 15. apríl í ár.

Michael Koba ummælti.

Hoyr sendingina á KVF Ljóð ella her

 

1738224

 

"Marta Marta"

Marjun Syderbø Kjelnæs vann M. A. Jacobsen-virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna ”Marta Marta”.

Skaldsøgan varð ummælt í Vágskálini 29. oktober í 2024.

Eilen Anthoniussen og Sámal Soll ummæltu.

Hoyr sendingina á KVF Ljóð ella her:

 

1705193

 

"Fornt"

M. A. Jacobsen-heiðurslønina fyri barnabókmentir vann Elin á Rógvu fyri skaldsøguna ”Fornt”, sum flættar saman gamlar sagnir og nýmótans tøkni.

Søgan varð ummælt í Vágskálini 21. januar í ár.

Sanna Klein og Sámal Soll ummæltu.

Hoyr sendingina á KVF Ljóð ella her:

 

1721357

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375