Almannaveitingar verða javnaðar 2,7 prosent næsta ár

Almannaveitingar verða javnaðar 2,7 prosent næsta ár
Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir.
í fjør var javningarprosentið 3,8, og í ár er tað 3,6.
 
24.10.2025 - 08:01

Javningarprosentið til almannaveitingar næsta ár verður 2,71, boðar Almanna- og mentamálaráðið frá.

Í ár er javningarprosentið 3,6.

Í fjør var javningarprosentið 3,8, sum var nakað meira enn undanfarin ár.

Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir.

Javningarprosentið verður útroknað sum miðaltalið av prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1.oktober, og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum annan ársfjórðing í ár sammett við annan ársfjórðing í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203