Brúka telduspælið Minecraft í frálæruni í Skúlanum á Argjahamri

Brúka telduspælið Minecraft í frálæruni í Skúlanum á Argjahamri
Mitt í kjakinum um skíggjanýtslu, gongur Skúlin á Argjahamri øvuta vegin og er byrjaður at brúka telduspælið Minecraft í frálæruni handaverk og list
03.11.2025 - 06:55

"Heldur enn at børn sita einsamøll heima í einum myrkum kamari og spæla telduspøl online, so ynsktu vit, at tey sótu og arbeiddu saman um at byggja okkurt spennandi talgilt."

Tað sigur Hans Fróði Jensen, varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri, ið er stigtakari til at brúka eina serliga útgávu av kenda telduspælinum Minecraft í frálæruni í fakinum handverk og list. 

Tá ið Microsoft keypti Minecraft, so bleiv ein serlig útgáva av spælinum, ið er beinleiðis ætlað til skúlabrúk, ment, og tað er hon, ið Nám bjóðar føroyskum skúlum at brúka. 


Hans Fróði Jensen, varaskúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri, er stigtakari til at brúka telduspælið Minecraft í frálæruni í handverk og list
 

Næmingarnir í 6. flokki, ið hava verið partur av royndarverkætlanini, eru sera glað fyri nýggja frálæruháttin, og eru ikki í iva. 

"Hetta er nakað, ið allir skúlar burdu roynt, tí tað er ein deiligur øðrvísi máti at vera kreativur upp á í tímunum," halda tey. 

----------


Starvsnæmingur Kringvarpsins seinastu tvær vikurnar, Sofía Bárðardóttir, hevur gjørt innslagið um Mincraft í Skúlanum á Argjahamri (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gevið gætur: Sofía Bárðardóttir, ið gongur í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, og sum hevur verið í starvsvenjing í Kringvarpi Føroya seinastu tvær vikurnar, hevur gjørt hetta innslagið. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328