Kaffi og innflutt kjøt eru vorðin helvtina dýrari

Kaffi og innflutt kjøt eru vorðin helvtina dýrari
Innflutningurin frá september í fjør til august í ár minkaði 214 milliónir kr.
Innflutt var fyri slakar 11 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár. 
Mynd: Hagstovan  
 
03.11.2025 - 08:13

Kaffi og innflutt kjøt eru vorðin helvtina dýrari seinastu trý árini.

Tað sigur Hagstovan, sum hevur kunngjørt innflutningstølini fyri august.

Innflutt var fyri 10,9 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár. 

Tað eru 213,7 milliónir krónur, ella tvey prosent, minni enn frá september 2023 til august 2024.

Serliga er innflutningur av tilfari til framleiðsluvinnuna vaksin nógv.

Hetta eru eitt nú rávøra til fiskavirki, tilfar til fóðurgerð og ymiskt annað tilfar til ídnaðarvørur.

 

 

Bíligari olja

Oljan er vorðin bíligari. Lægri prísurin ger, at innflutningurin er 57,7 milliónir minni.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður 312,8 milliónir krónur, góð 11 prosent.

Einki bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA, skrivar Hagstovan. 

Innflutningurin úr ES er farin niður á tað, sum hann var fyri meira enn tíggju árum síðani. 

Men innflutningurin úr londum í Evropa, sum ikki eru í ES, er vaksandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890