Landsstýriskvinnan: ALS skal í fíggjarlógina

Landsstýriskvinnan: ALS skal í fíggjarlógina
Lógarkravd gjøld skulu tí takast við umvegis fíggjarlógina og í landsroknskapin, sigur Ruth Vang
Stýrisskipanarlógin krevur, at øll lógarkravd gjøld, skattur og annað skulu takast við umvegis fíggjarlógina, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svarinum til Beinir Johannesen, løgtingsmann.
 
07.11.2025 - 08:53

Ruth Vang, landsstýriskvinna, heldur fast við, at ALS skal í fíggjarlógina.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi, hví ALS og samhaldsfasti eru komin í fíggjarlógina.

Ruth Vang svarar, at ALS og samhaldsfasti eru ikki í fíggjarlógini.

Tó krevur stýrisskipanarlógin, at øll lógarkravd gjøld, skattur og annað skulu takast við umvegis fíggjarlógina.

Samhaldsfasti kom í fíggjarlógina fyri 2025. 

ALS og Trygdargrunnur fiskivinnunnar komu í eykajáttanarlóg í vár. 

 

Løgtingsgrannskoðararnir finnast at

Ruth Vang sigur, at løgtingsgrannskoðararnir hava í nógv ár funnist at, at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður. 

Landsroknskapurin skal sambært roknskaparlógini fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum.

Lógarkravd gjøld skulu tí takast við umvegis fíggjarlógina og í landsroknskapin.

Eingin lógarbroyting krevst fyri at taka ALS og samhaldsfasta við í fíggjarlógina.

Samanumtikið, sigur Ruth Vang, eru ALS og samhaldsfasti ikki sum so við í fíggjarlógini.

Men lógarkravdu gjøldini skulu sambært stýrisskipanini hava eina fíggjarliga heimild, sigur hon.

Les alt svarið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762