Eg mátti hava mítt egna

Eg mátti hava mítt egna
Sum 16 ára gomul fekk Mariann Klein Ivansdóttir lærupláss í bestu salongini. Stutt eftir lokna útbúgving stovnaði hon sína egnu fyritøku.
 
07.11.2025 - 11:30

- Eg havi altíð vitað, at eg vildi vera frisør.
So avgjørd er Mariann Klein Ivansdóttir, sum í farnu viku kundi hátíðarhalda, at hon hevur verið sjálvstøðug vinnurekandi í 20 ár.

Hon greiðir frá, hvussu hon klipti vinkonunum í fólkaskúlanum, og fekk boðið eitt lærupláss í væl umtóktu salongini hjá Tótu í Havn, tá hon bara var 16 ára gomul.

Drívmegin hjá Mariann er at síggja gleðina hjá viðskiftafólkunum, tá tey væl nøgd reisa seg úr stólinum hjá Mariann, men tað hevur ongantíð verið nóg mikið bara at gera hár. Tí síðan hon var blaðung hevur hon ynskt sær meira. At skapa nýtt og at finna uppá slíkt, sum ikki er gjørt áður og at sleppa út í heimin at arbeiða.

Tá samanum kom hevði Mariann einu tíðina salong við nógvum starvsfólkum, heilsølu í Føroyum og í Danmark, hon undirvísti frisørum í Føroyum, gjørdi hár til mótashows kring alt Evropa og annað við, men tað gjørdist ov nógv, og frá at navn hennara var nevnt allastaðni, gjørdist kvirt rundan um hana, tí kroppur og sinn søgdu 'stop'.

Í dag hevur hon framvegis sína egnu fyritøku, og eldhugin fyri fakinum er hin sami, men ferðin er ein onnur og ynskini eru broytt, millum annað tí hon gjørdist mamma.

- Í dag havi eg salong heima við hús, og eg havi so nógv at gera, at eg tíverri má siga nei við fólk sum biðja um tíð, sjálvt um eg ikki orki fyri tí, tí eg eri so takksom fyri at tey hugsa um meg, tá tey vilja hava gjørt hárið, men tað má eg.

Hoyr samrøðu við Mariann her

1774886

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493