Veljarakanning: Fólkaflokkurin fær triðingin av atkvøðunum

Veljarakanning: Fólkaflokkurin fær triðingin av atkvøðunum
Javnaðarflokkurin hevur framvegis stóra afturgongd, og missir fýra tingsessir. Sambandsflokkurin stendur til at missa ein tingsess
Fólkaflokkurin hevði fingið fimm tingsessir aftrat, var løgtingsval nú, vísir veljarakanningin hjá Portalinum.
 
07.11.2025 - 14:09

Var val nú, hevði Fólkaflokkurin fingið nærum triðingin av øllum atkvøðunum, 32,9 prosent, og 11 tingsessir, fimm fleiri enn hann hevur í løtuni.

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 

Framgongdin er 14 prosentstig samanborið við løgtingsvalið í desember 2022.

Sambandsflokkurin hevði fingið 19,2 prosent av atkvøðunum, ella 0,8 prosentstig minni enn á seinasta løgtingsvali, og flokkurin hevði mist ein tingsess. 

Tjóðveldi hevði fingið 18,4 prosent av atkvøðunum, 0,7 prosent fleiri enn á valinum. Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevði varðveitt sínar seks tingsessir, um val var nú.

 

 

 

Javnaðarflokkurin stóra afturgongd

Undirtøkan hja Javnaðarflokkinum er framvegis nógv minni enn á løgtingsvalinum. Hann fær 15 prosent av atkvøðunum, 11,5 prosentstig minni enn á valinum, og tingmanningin tódnar úr níggju niður í fimm. 

Hjá teimum smáu flokkunum er støðan óbroytt. Framsókn hevði varðveitt sínar tríggjar tingsessir og Miðflokkurin sínar tveir sessir. 

Heldur ikki í hesi kanningini røkkur Sjálvstýri upp um tinggáttina. 

Kanningin var gjørd mánakvøldið, dagin fyri at løgmaður kunngjørdi broytingar í landsstýrinum, og at aðalráðini lækka niður í seks.

11,2 prosent av teimum spurdu svara, at tey hava ikki tikið støðu, 1,6 prosent høvdu ikki farið á val, og 3,6 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt blankt. 

Óvissan í kanningin er 3,5 prosent.

Les meira her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329