47 ferðamannaskip og 29.000 ferðafólk vitjaðu høvuðsstaðin

47 ferðamannaskip og 29.000 ferðafólk vitjaðu høvuðsstaðin
Hjá Visit Tórshavn eru tey sera væl nøgd við árið, men árið kundi verið betri, tí níggju skip avlýstu fyri veður
47 ferðamannaskip vóru á Havnini í ár. (Savnsmynd)
 
13.11.2025 - 11:12

47 ferðamannaskip vóru á Havnini hetta ferðavinnuárið. 

Íalt høvdu tey umleið 19.500 ferðafólk, og verður manningin, sum taldi sløk 9.300 fólk, løgd aftrat, merkir tað, at sløk 29.000 útlendsk ferðandi vitjaðu høvuðsstaðin við ferðamannaskipum í ár.

Tað skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi, sum er sent út í sambandi við, at fleiri ferðamannaskip koma ikki í ár.

Hjá Visit Tórshavn eru tey sera væl nøgd við árið. Men tað kundi havt verið enn betri, tí níggju skip avlýstu fyri veður.

 

Flestu ferðamannaskipini høvdu færri enn 1.000 ferðafólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Norwegian Star størsta skipið

Størsta skipið, sum vitjaði í ár, var Norwegian Star, sum hevði 2.200 ferðafólk umframt manningina.

Nógv tey flestu skipini, sum vitjaðu Havnina í ár, vóru skip við færri enn 1.000 ferðafólkum. Sambært Visit Tórshavn høvdu 40 ferðamannaskipunum færri enn 1.000 ferðafólk.

Visit Tórshavn gjørdi eina spurnakanning millum fyritøkurnar, ið koma í samband við cruise-gestir. 80 fyritøkur vórðu spurdar, men bara 23 fyritøkur svaraðu. 

Nøgdsemið millum tær sum svaraðu var gott. Og Visit Tórshavn heldur, at  kanningin vísir eina yvirskipaða gongd, har fólk nú eru meira jalig móti cruise-vinnuni, enn tey hava verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858