Suðuroyartunnilin merkir lív ella deyð fyri Suðuroynna

Suðuroyartunnilin merkir lív ella deyð fyri Suðuroynna
Tað er vandi fyri, at málið um Suðuroyartunnilin verður gruggað til, og tí hendir einki. Suðuroyggin hevur tørv á Suðuroyartunlinum NÚ, siga borgarstjórar í Suðuroynni
13.11.2025 - 19:22

- Suðuroyartunnilin merkir lív ella deyð fyri Suðuroynna. Tað er alneyðugt, at politikararnir hava rygg og atkvøða tunnilin ígjøgnum, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.

Suðuroyartunnilin hevur alt at siga fyri framtíðina í Suðuroynni. Tað er borgarstjórin í sunnastu kommunu í oynni avgjørdur um.

- Val er um eitt ár, og um Suðuroyartunnilin ikki verður atkvøddur ígjøgnum nú, er vandi fyri, at málið dettur burtur. Tað hava vit ikki ráð til. Vit mugu hava tunnilin nú, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.

 

Tørvur nú, men týðandi at kanna

Nógv politiskt kjak hevur verið og er um Suðuroyartunnilin. Og framvegis eru fleiri, ið seta spurnartekn við, hvør leið er tann rætta, og fleiri spyrja eisini, um Føroyar hava ráð til ein so dýran undirsjóvartunnil.

Suðuroyingar, ið Kringvarpið tosaði við á gøtuni, eru samd um, at tað er sera stórur tørvur tørvur á at fáa tunnilin skjótt, men nøkur nevna eisini, at neyðugt er at kanna og koma til rættu loysnina, áðrenn farið verður í gongd við at bora.

Allir teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroynni skipa fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin sunnudagin 7. desember í Salti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650