Herborg Torkilsdóttir við sorgblíðum endurútgávum

Herborg Torkilsdóttir við sorgblíðum endurútgávum
Í studio 5 hesa ferð hoyra vit tríggjar endurútgávur. "Dengang da jeg var lille" hjá Kim Larsen, "Lívið" hjá Nicolinu av Kamarinum og "Så længe jeg lever" hjá John Mogensen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2025 - 11:29

- Mær hevur altíð dámað væl bæði John Mogensen og Kim Larsen, sigur Herborg Torkilsdóttir. Ikki minst tekstirnir eru góðir, leggur hon aftrat.

Nú koma fimm sangir í akustiskum útgávum.

"Så længe jeg lever" verður ofta sungin í veitsluhøpi, men í veruleikanum er hetta ein rættiliga vakur og sorgblíður sangur, vísir Herborg á.

Eitt annað, ið hugtekur hana við teirra sangum, er skemt og tað gerandisliga. Nakað, ið eisini sæst aftur í sangunum hjá Herborg.


Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
 

Hon hevur spælt fleiri konsertir í Danmark og verður eisini spæld javnan í donskum útvarpi.

Eitt nú hevur útvarpsverturin Jørgen DeMylius, ið fólk eisini kenna frá Plátubarrini, veruliga tikið hennara sangir til sín. 

Herborg sigur, at hon ikki hevur tær stóru ambitiónirnar í Danmark, men tað er ein hugnaligur partur av hennara tónleikaliga virksemi.

Við hesum tulkingunum rakar føroyski sangfuglurin væl sínar donsku fjepparar.

Sí videobrot av framførsluni í studio 5: 

20251114_NET_BEINLEIDIS_UR_STUDIO_5_HERBORG_TORKILSDOTTIR_LONG


Rakul Petersen er eisini við í studio 5. Hon er framúr gittaristur og syngur somuleiðis kór.

- Rakul dugir væl at hála meg niður aftur, tá eg havi hug at fara á flog, sigur Herborg. 

- Tað var serliga í fyrstuni, at tað onkuntíð var brúk fyri tí, sigur Rakul brosandi.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Herborg Torkilsdóttir

1776331

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044