Granskingarverkætlan um trygd og verju

Granskingarverkætlan um trygd og verju
Setrið hevur fingið játtað 3 milliónir til eina granskingarverkætlan um sivila verju og váðaplanlegging.
14.11.2025 - 20:15

Tað er blivið vanligari at síggja kavbátar, krígsskip og hernaðarflogfør í Føroyum seinastu tíðina. Men hvat gera vit, tá okkurt óhugsandi hendir, sum skakar trygdina í Føroyum? Tað fer ein granskingarverkætlan við Rógva Olavson á odda at snúgva seg um. 

Ein granskingarverkætlan á Setrinum hevur fingið játtað 3 milliónir til at granska í sivilari verju og váðaplanlegging. Tað er eitt samstarv millum setrið og granskingarstovnar í Grønlandi og Danmark. Játtanin kemur úr einum grunni, sum hevur til endamáls at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. 

Granskingin fer at kortleggja tað tilfeingi vit hava í Føroyum - hvar førleikarnir eru í samfelagnum og hvussu man kann brúka tað í einari óvæntaðari støðu. 
"Úrslitið av granskingini skal koma samfelagnum til góðar," sigur Rógvi Olavson. Hon skal hjálpa at bjálva samfelagið og gera okkum meira mótstøðufør ímóti hóttanum og hendingum. Eisini skal hon geva eitt íkast til politiska og almenna orðaskifti. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961