René verður á høgra vongverja

René verður á høgra vongverja
René Shaki Joensen spælir á høgra vongbakki í staðin fyri Jóannes Kalsø Danielsen, meðan Viljormur Davidsen hevur vunnið dystin ímóti Martini Agnarsson í vinstru síðu
René Shaki Joensen byrjar á høgra vongverja, meðan Viljormur Davidsen er uttastur til vinstru
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
14.11.2025 - 18:25

René Shaki Joensen spælir á høgra vongbakki í staðin fyri leikbannaða Jóannes Kalsø Danielsen í HM-undankappingardystinum ímóti Kroatia í kvøld. 

Í hinari síðuni hava venjararnir valt royndirnar hjá Viljorm Davidsen framum Martin Agnarsson, og fremstur verður Meinhard Egilsson Olsen. Geza Dávid Turi og Jákup Biskopstø Andreasen manna sentrala miðvøllin.

 

Føroyska uppstillingin: 

Mattias Lamhauge; René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L.); Hanus Sørensen, Geza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen, Árni Frederiksberg; Meinhard Egilsson Olsen.

Á beinkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Ási Dam, Arnbjørn Svensson, Jóannes Bjartalíð, Gullbrandur Øregaard, Páll Andrasson Klettskarð, Martin Agnarsson, Jóan Símun Edmundsson, Adrian Justinussen, Petur Knudsen og Jann Benjaminsen.

Undan dystinum er Kroatia fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar eru á triðja plássi við 12 stigum. Montenegro er nummar fýra við seks stigum, og aftast er Gibraltar við ongum stigi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091