Liðskiparin: Teir spældu ótrúliga væl

Liðskiparin: Teir spældu ótrúliga væl
Viljormur Davidsen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í leiðsluni eitt sindur longri, men ásannaði eisini, at ferðin og góðskan á mótstøðuliðnum var høg
14.11.2025 - 23:28

Eina løtu var Jeppe í greivasongini, men HM-ævintýrið hjá Føroyum fekk ein bráðan enda, tá kroatar skrúvaðu bæði ferð og kvalitet upp og vunnu 3-1 í Rijeka fríggjakvøldið.

 - Man hevur roynt tað fyrr, men ikki ofta. Teir spældu ótrúliga væl. Mann sær, at hetta eru klassaspælarar, og teir eru nógv tað besta liðið í bólkinum, og tað føldu vit eisini í dag.

Géza Dávid Turi legði Føroyar framum við sínum fyrsta landsliðsmáli, tá gott korter var spælt, men heimaliðið javnaði stutt eftir við skoti frá Josko Gvardiol. Kroatia setti ferðina upp eftir steðgin, tá Petar Musa og Nikola Vlasic tryggjaðu heimaliðnum sigurin.

Liðskiparin, sum nú er komin upp á 91 landsdystir, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í leiðsluni eitt sindur longri.

 - Vit koma framum, og vit trúgva upp á tað. So skora teir eitt keðiligt mál. Høvdu vit hildið eitt sindur longri, høvdu teir komi undir størri trýst, og so høvdu vit kunna fingið enn størri kontrakjansir enn teir, sum vit fingu í 1. hálvleiki, segði Viljormur Davidsen, sum var glaður fyri álitið frá venjarunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688