Postkort úr Meksiko: Elinborg droymir stórar meksikanskar tónleikadreymar

Postkort úr Meksiko: Elinborg droymir stórar meksikanskar tónleikadreymar
Elinborg er í hesum døgum á tónleikaferð í Meksiko saman við Moyku úr Norra og Ásgeir úr Íslandi. Dreymurin er at fáa fótin fyri seg á meksikanska tónleikapallinum 
20.11.2025 - 23:30

Í løtuni er eitt føroyskt, íslendskt og norskt tónleikaharkalið á sjarmuferð í Meksiko. 

Tað eru útflutningsstovurnar í øllum trimum londunum, ið hava sligið seg saman um ferðina, Faroe Music Export, Iceland Music  og Music Norway.  

Norðmenn hava sent Moyku avstað, ið umrøður seg sjálva sum eina poppbritu. 

Hin kensluborni og innisæli sangarin og sangskrivarin Ásgeir, ið eisini er vorðin ein Føroyavinur, er íslendska umboðið. 

Føroyska umboðið er plátuaktuella Elinborg

"Dreymurin er at fáa fótin fyri seg á meksikanska tónleikapllinum, so eg kann koma aftur her til Meksiko at spæla konsertir," sigur Elinborg, sum ikki hevur ligið á latu síðuni í Meksiko.  

"Tá tú fært møguleikan at fara eina sovorðna ferð, so haldi eg, at tað er umráðandi at taka av øllum møguleikunum, ið bjóða seg, fyri at gera vart við meg og mín tónleik."

Føroyska ferðaliðið hevur sent okkum hetta postkortið úr Meksiko. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233