Umval í Runavíkar kommunu 13. januar

Umval í Runavíkar kommunu 13. januar
Avgerðin um umval er tikin, eftir at ákæra verður reist móti einum persóni fyri valsvik á kommunuvalinum 12. november í fjør
Býráðið í Runavíkar kommunu, sum var valt 12. november í fjør. Nú verður umval.
 
21.11.2025 - 13:05

Umval verður í Runavíkar kommunu týsdagin, tann 13. januar.

Tað hevur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, gjørt av, í sambandi við at ákæra nú verður reist móti einum persóni fyri valsvik á kommunuvalinum 12. november 2024. 

Við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnatekn ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.

Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026.

Bara teir persónar í Runavíkar kommunu, sum høvdu valrætt tann 12. november 2024, kunnu velja á umvalinum. 

Sambært § 25 í kommunuvallógini er mannagongdin tann sama við umval sum á fyrra valinum. Hetta merkir, at umvalið verður hildið við støði í teimum valevnislistum, sum vórðu latnir inn til tað upprunaliga valið.

Sambært § 26, stk. 2 í kommunuvallógini skal núverandi býráð halda fram, til umval hevur verið og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin, sigur Løgmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590