Einki grindadráp fyribils í Hvannasundi

Einki grindadráp fyribils í Hvannasundi
Eingin misgerð fór fram í fjør, tá grind bleiv hildin í Hvannasundi. Og til greiði er komið á málið, skal eingin grind drepast í Norðoyggjum, sigur grindaformaður
24.11.2025 - 19:52

Menn eru á einum máli um meldaða grindadrápið, sum fór fram í Hvannasundi í fjør: Eingin misgerð er farin fram, og grindaformaður er sannførdur:

Eingin grind verður dripin í Norðoyggjum, fyrr enn greiði er komið á, hvat er upp og niður í málinum, sigur Louis Poulsen, grindaformaður.

 

Vanligt at goyma eina grind

Kenneth Justesen úr Hvannasundi var við í nógv umrødda grindadrápinum.

- Vit lógu á fjørinum og bíðaðu, tí Norðoyastevna var, og tað var ikki nokk av fólki at taka ímóti uppi á landi, so vit bíðaðu til kappróðurin var av, so kom fólkið norður. Alt fór fram, sum tað átti, sigur hann.

Sambært grindamonnum er ikki óvanligt at goyma eina grind. Tað vil siga, at ein grind liggur í fjørinum ella vágnið í nakrar tímar, áðrenn hon verður rikin inn ella út á sjógv aftur.

 

Ivi um lógarkarmarnar

Málið um grindadrápið í Hvannasundi er meldað sum djórapínsla, hevur fútin gjørt greitt í útvarpstíðindunum.

Hesum eru grindamenn ikki samdur við, og málið byrtir nú undir eina óvissu um lógarkarmarmarnar.

- Vit hava eina grindalóg í Føroyum, sum vit drepa grind eftir, og um vit ikki skulu brúka ta lógina, so mugu vit sum grindaformenn fáa tað at vita, sigur Louis Poulsen, grindaformaður.

 

Bíða eftir úrslitinum

Sambært grindaformanninum er bert eitt at gera nú, og tað er at bíða eftir niðurstøðuni.

- Nú bíða vit eftir myndugleikunum og vita hvat hendir.

Og til tá eru boðini greið:

- Eingin grind verður dripin í Norðoyggjum, fyrr enn vit fáa skil uppá, hvat hetta er fyri nakað tvætl, tey koma við, sigur Louis Poulsen, grindaformaður.

Heilsufrøðiligu Starvsstovuna hevur mett um málið, sum fútin kallar eitt mál um djórapínslu. Men tey vilja ikki gera viðmerkingar um málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744