Nú skal bera til hjá útróðrarbátum at flyta dagar

Nú skal bera til hjá útróðrarbátum at flyta dagar
Vinnunevndin ætlar at leggja fram álit í máinum fríggjadagin
Erhard Joensen er formaður í vinnunevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2025 - 15:38

Formaðurin í løgtingsins vinnunevnd ætlar at arbeiða skjótt við lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt at flyta óbrúktar fiskidagar hjá bólki 5 til árið eftir.

Verður tað ikki gjørt skjótt, so verður einki flutt yvirum í ár, sigur Erhard Joensen. 

Tingmenninir, Jóhannis Joensen, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Árni M. Dam, eiga lógaruppskotið um broytingar í sjófeingislógini.

Uppskotið, sum nú liggur í Vnnunevndini, skal rætta eitt mistak, sum var gjørt, tá reglur vóru gjørdar um at flyta óbrúktar fiskidagar yvir um ár. 

Erhard Joensen sigur, at vinnunevndin ætlar at leggja álit fram fríggjadagin. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25112025_Erhard_um_fiskidagar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483