Ikki allar súðir syftar

Ikki allar súðir syftar
Helgi Abrahamsen sigur, at fosturtøkulógin, sum var samtykt í gjárkvøldið, verður ikki tað endaliga
Onnur viðgerð av fosturtøkulógini í gjár gjørdist drúgv. Triðja viðgerð verður í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2025 - 09:13

Tey, sum atkvøddu ímóti fosturtøkulógini í gjárkvøldið, halda ikki, at allar súðir eru syftar, tí ein viðgerð er eftir, og tí kunnu broytingar gerast.

Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum sigur, at tað, sum var samtykt í gjárkvøldið, verður ikki tað endaliga.

Helgi Abrahamsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum atkvøddu bæði ímóti fosturtøkulógini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hanna Jensen í Framsókn sigur, at hon hevur eftirlýst, at uppskotið um fosturtøkulóg verður felt ella tikið aftur, og at farið verður undir eina tilgongd at finna semju tvørtur um mørk.

 

Hanna Jensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Steffan Klein Poulsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fosturtøkulógin kemur til 3. viðgerð á tingfundi í morgin.

Hoyr viðmerkingar frá Helga Abrahamsen, Honnu Jensen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum: 

 

0312025_Moti_fosturtoku

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793