Frændur skulu spæla á G! 2026

Frændur skulu spæla á G! 2026
G! festivalurin kunngerð í dag, at legendariski klaksvíksbólkurin Frændur, ið eigur hitt sum "Føroyar", "80'ini" og "Dupult song", verður at hoyra Gøtusandi komandi summar
 
03.12.2025 - 15:47

Tað verður av sonnum ein syngið við-løta á Gøtusandi í summar, tá Frændur trína á pallin til ársins G! festival

Fáur bólkur hevur skrivað so nógvan fólkakæran tónleik, sum legendariski klaksvíksbólkurin, skrivar G! festivalurin í tíðindaskrivi. 

Hittini detta um hvørt annað:  "80'ini," "Dupult song," "Eros," "Føroyar," "Til tey stressaðu" fyri at nevna nøkur úr stóru rúgvuni.

 

Royna at raka bæði tey ungu og tey eldru

Í summar hevði G! festivalurin hin fólkakæra countrysangaran Hallur Joensen á skránni leygarkvøldið, og tað var ein brakandi sukses. 

Líkt er til, at G! festivalurin ætla at endurtaka hetta við at fáa Frændur á skránna komandi ár. Men sambært tíðindaskrivinum, so er er ætlanin, at Frændur skal raka bæði tey ungu og eldru. 

Í tíðindaskrivinum stendur:  

"Óansæð um tú skrivar 1998 ella 2025, ber enn sum áður til at ganga tær ein túr eftir Dalslandsgade og hoyra fólk í veitsluhýri, við kassagittara millum sín, syngja hesi løg, so ljómurin floymir úr vindeygunum og oman á gøturnar niðri á Oyrasundskollegiinum. Eins og eingin veitsla fer framvið her heima, uttan at trivið verður í eitt ella fleiri av hesum løgum til felagssang. Sangskatturin er ómetaliga stórur, og savnandi megin er vøkur."

 

G! verður dagarnar 16.-18. juli í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498