Trilva í blindum í tunnilsmálinum

Trilva í blindum í tunnilsmálinum
-Eg veit ikki, hvat eg skal taka støðu til, og tað er sera harmiligt, sigur tingkvinnan Liljan Weihe, nú lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin væntandi verður lagt fram í dag
Tingfólk eru ikki kunnað um tær broytingar, sum eru gjørdar í lógaruppskotinum um Suðuroyartunnilin, sigur Liljan Weihe
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 10:38

 

Løgtingskvinnan Liljan Weihe finst hvassliga at handfaringini hjá løgmanni í tunnilsmálinum.

-Løgmaður lovaði okkum ein kunnandi fund, áðrenn nýggja og broytta lógaruppskotið um Suðuroyartunnil varð lagt fyri løgtingið. Tann fundurin hevur ikki verið, sigur Liljan Weihe.

Løgtingskvinnan var á kunnandi fundi hjá FNU á Sandi í gjárkvøldið, har ein triðja linjuføring gjøgnum Sands bygd varð umrødd. 

-Løgtingsfólk eru als ikki kunnað um hesa nýggju farleiðina, sum eftir øllum at døma er komin inn í lógaruppskotið, eftir at hoyringsfreistin er farin og hoyringssvarini latin inn. So nei, eg veit satt at siga ikki, hvat eg skal taka støðu til, sigur Liljan Weihe.

Løgtingskvinnan hevur higartil funnist at manglandi gjøgnumskygni og stuttum hoyringarfreistum í málinum um Suðuroyartunnilin. Og nýggjasta stigið, at broyta uppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið, fær aftur løgtingskvinnuna at tala at:

-Her hevur eingin samgongufundur verið síðani uppskotið varð broytt. So vit trilva okkum fram í blindum, og tað líkist svartasta ongum, sigur Liljan Weihe.

Hoyr samrøðu her:

Liljan_Weihe_091225

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224