Ílatin til at hjálpa

Ílatin til at hjálpa
Lív uttan harðskap og Føroya Banki hava gjørt samstarvsavtalu um hjálp til offur fyri fíggjarligum harðskapi
 
10.12.2025 - 10:45

Tá fíggjarligur harðskapur kemur fyri, er hann aloftast partur av einum størri mynstri av sálarligum harðskapi, sigur Rakul Dalsgaard-Jakobsen, sum starvast á vitanardeplinum hjá Kvinnuhúsinum. 

Talan er tá til dømis um støður, har tann eini parturin í einum parlagi, ikki hevur ræðisrætt yvir egnum pengum ella fíggjarviðurskiftum. Men talan kann eisini vera um vaksin børn, ið stýra nýtsluni hjá foreldrum.

Tað, sum bankin kann hjálpa við, er at gjøgnumganga fíggjarviðurskiftini saman við fólki, og skapa eitt yvirlit.
- Ofta er tað so, at hesi fólk ikki vita, hvør fíggjaliga støðan hjá teimum er, tí hin parturin hevur tikið sær av øllum í so langa tíð. So tað at fáa eitt yvirlit yvir tað man eigur, hvørjar fulltrúir eru givnar og hvørjum lánum man stendur fyri, gevur eina greiðari mynd, sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri í Føroya Banka.

Samstarvið hevur við sær, at ráðgevar í Kvinnuhúsinum greiða bankaráðgevum frá fíggjarligum harðskapi, hvørjum hyggjast skal eftir og hvussu tosað verður um tað, soleiðis at tey, sum møta harðskapsraktum í bankanum, eru íklødd til uppgávuna.

Aloftast eru tað tey í Kvinnuhúsinum, sum vísa teimum, ið eru fyri fíggjarligum harðskapi til Bankan, og tá tað verður gjørt á henda hátt, standa bankaráðgevar, ið hava fingið upplæring í júst hesum, til reiðar at taka ímóti. 

1781806

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254