Dunga Jákup verður gjørdur liðugur á Skála

Dunga Jákup verður gjørdur liðugur á Skála
Skrokkurin skal togast til Føroya úr Póllandi, og væntandi fer sleipið at taka einar 10 dagar
Dunga Jákup við bryggju í Gdansk, eftir at skrokkurin var farin av bakkastokki.
Mynd: MEST  
 
11.12.2025 - 14:50

Skipasmiðjan hjá MEST á Skála skal gera frystitrolaran hjá samtakinum Varðanum í Gøtu, Dunga Jákup, lidnan.

Skrokkurin er smíðaður á Stozcnia Wisla-skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi. Hann fór av bakkastokki í gjár.

Skrokkurin skal togast til Føroya, og væntandi fer sleipið at taka einar 10 dagar. 

Gongst sum ætlað, verður Dunga Jakup liðugur næsta summar. 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329