Flogferðslan kann nú yvirtakast

Flogferðslan kann nú yvirtakast
Fólkatingið hevur samtykt, at yvirtøkan kann fremjast í stigum, og tí skal danska lógin broytast fyrst
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri, gjørdu semju síðst í mai um, at Føroyar skulu taka við málsøkinum loftferðsla.
 
16.12.2025 - 09:09

Fólkatingið hevur samtykt, at Føroyar kunnu yvirtaka málsøkið flogferðsla, tí tað vilja Føroyar.

Yvirtøkan verður framd í stigum.

Sum nú er, er bara gjørligt at yvirtaka alt málið í einum.

Uppskotið hevur danska samferðslumálaráðið gjørt.

 

Danska lógin broytast fyrst

Danska lógin um flogferðslu skal broytast fyrst, áðrenn málsøkið kann fara á føroyskar hendur.

Lógarbroytingin ger, at yvirtøkan kann fremjast stígvíst.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri, gjørdu semju síðst í mai um, at Føroyar skulu taka við málsøkinum loftferðsla. 

Hvussu skjótt, yvirtøkan verður framd, avger landsstýrið eftir samráðingar við samferðslumálaráðharran.

Sirið Stenberg segði 1. juni, at hon væntar, at yvirtøkan er komin undir land um trý ella fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611