Íslendska vinnan misnøgd við makrelsemjuna

Íslendska vinnan misnøgd við makrelsemjuna
Felagið hjá fyritøkum í fiskivinnuni er serliga misnøgt um, at føroyska kvotan nú er størri enn tann íslendska
Fiskivinnan í Íslandi sigur, at eingin hevur latið so nógv sum íslendingar í nýggju makrelsemjuni. (Savnsmynd)
 
17.12.2025 - 08:10

Stór misnøgd er í Íslandi við makrelsemjuna, sum Ísland, Noreg, Bretland og Føroyar hava gjørt.

Íslendingar halda, at teirra partur er ov lítil.

Felagið hjá fyritøkunum í fiskivinnuni er misnøgt, tí íslendski luturin, sum var 16,5 prosent, áðrenn Ísland fór upp í semjuna, nú er 10,5 prosent.

Serliga heldur felagið lítið um, at føroyska kvotan er størri enn tann íslendska.

Einki stuðlar teirri avgerðini, sigur íslendska fiskivinnan, tí meiri makrelur er í íslendskum sjógvi enn í føroyskum. Fiskivinnan sigur eisini, at eingin annar í semjuni hevur latið so nógv sum Ísland.

 

Marianne Sivertsen Næss. (Mynd: Vesterålen)

 

Norðmenn fegnast

Norski fiskivinnuráðharrin, Marianne Sivertsen Næss, er ovurfegin.

Hon fegnast millum annað um, at Ísland nú er við í makrelsemjuni.

Marianne Sivertsen Næss sigur, at endamálið er framvegis at fáa ES og Grønland við í makrelsemjuna.  

Eisini skotska uppsjóvarvinnan heitir á ES og Grønland um at fara upp í semjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521