Fara ikki í Landsrættin við máli um lokking

Fara ikki í Landsrættin við máli um lokking
Dómurin hjá Føroya rætti í fyrsta rættarmálinum í Føroyum av sínum slag er endaligur
Fyrsta rættarmálið í Føroyum um lokking verður ikki skotið inn fyri landsrættin.
 
17.12.2025 - 09:25

Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við einum dómi hjá Føroya rætti fyri grooming, lokking og onnur revsilógarbrot.

Ein 31 ára gamal maður var dømdur 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing fyri lokking og fyri roynd at lokka. 

Men hann var frídømdur fyri tvær ákærur.

Hann er frídømdur fyri blúnisbrot, roynd at hava samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár, og fyri at deila pornografiskt tilfar um gentu, sum var 12 ár. 

 

Frídømdur fyri neyðtøku

Hann er eisini frídømdur fyri neyðtøku við aðrari kynsligari gerð enn samlegu, har hann á Snapchat fekk eina 15 ára gamla gentu at gera kynsligar gerðir við seg sjálva í minsta lagi tíggju ferðir.

Ákæruvaldið væntar ikki at kunna sannføra Landsrættin um, at maðurin er sekur. Maðurin noktar seg sekan í øllum trimum ákærum.

Hóast maðurin var dømdur í einum føri, fer hann heldur ikki í Landsrættin við málinum, sigur verji hansara, Jógvan Páll Lassen.

So dómurin hjá Føroya rætti í fyrsta rættarmálinum í Føroyum um lokking er endaligur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115