FIFA: Hesi eru heimsins bestu

FIFA: Hesi eru heimsins bestu
Spanska Aitana Bonmatí og franski Ousmané Dembélé blivu í gjár vald til ársins spælara. Tað var ikki full semja millum føroysku umboðini
Aitana Bonmatí hevur vunnið heitið fyri triðju ferð upp í slag
Mynd: FIFA.com  
 
17.12.2025 - 12:51

Í gjár var altjóða Fótbóltsgalla hjá FIFA. Her velja tey bestu spælararnar farna árið. Hjá kvinnunum vann spanski miðvallarin hjá FC Barcelona, Aitana Bonmatí, fyri triðju ferð upp í slag. Hjá monnunum vann framrættaði miðvallarin hjá PSG, Ousmané Dembélé.

Tað eru venjarar, landsliðsliðskiparar og fjølmiðlafólk, sum atkvøða til ársins spælara hjá FIFA. Ein úr hvørjum landi. Føroysku atkvøðurnar vóru ikki til Aitanu Bonmatí, meðan Ousmané Dembélé fekk tvey av trimum fyrstu plássunum úr Føroyum.

Hjá kvinnunum atkvøddi Ásla Johannesen sum liðskipari og Pætur Smith Clementsen sum venjari. Tey atkvøddu bæði fyri ensku Lucy Bronze fremst, og Aitana Bonmatí sum nummar tvey. Ítróttarredaktørurin hjá Kringvarpinum, Símun Christian Olsen, atkvøddi fyri EM-hetjuni hjá Onglandi, Chloe Kelly, fyrst og Aitanu Bonmatí næst.

Hjá monnunum atkvøddu Hallur Hansson, liðskipari á landsliðnum, og Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, fyri vinnaranum Ousmané Dembélé. Símun Christian Olsen hevði Ousmané Dembélé á øðrum plássi og Mohamed Salah á fyrsta plássi.

 

Her er eitt yvirlit yvir vinnararnar:

Ársins spælari kvinnur:

1: Aitana Bonmatí (Spania) 52 stig

2: Mariona Caldentey (Spania) 40 stig

3: Alexia Putellas (Spania) 33 stig

*Lucy Bronze og Chloe Kelly blivu ávikavist nummar 5 og 6

 

Ársins spælari menn:

1: Ousmané Dembélé (Frakland) 50 stig

2: Lamine Yamal (Spania) 39 stig

3: Kylian Mbappé (Frakland) 35 stig

*Mohamed Salah bleiv nummar 6

 

Ársins venjari kvinnur:

Sarina Wiegman, venjari hjá Onglandi

 

Ársins venjari menn:
Luis Enrique, Venjari hjá PSG

 

Ársins lið kvinnur:

Hannah Hampton (Chelsea/Ongland), Irene Paredes (Barcelona/Spania), Lucy Bronze (Chelsea/Ongland), Ona Batlle (Barcelona/Spania), Leah Williamson (Arsenal/Ongland), Aitana Bonmatí (Barcelona/Spania), Claudia Pina (Barcelona/Spania), Patri Guijarro (Barcelona/Spania), Alessia Russo (Arsenal/Ongland), Alexia Putellas (Barcelona/Spania), Mariona Caldentey (Arsenal/Spania)

 

Ársins lið menn:

Gianluigi Donnarumma (PSG, Italia), Achraf Hakimi (PSG/Marokko), Willian Pacho (PSG/Ekvador), Virgil van Dijk (Liverpool/Holland), Nuno Mendes (PSG/Portugal), Jude Bellingham (Real Madrid/Ongland), Pedri (Barcelona/Spania), Vitinha (PSG/Portugal), Cole Palmer (Chelsea/Ongland), Lamine Yamal (Barcelona/Spania), Ousmané Dembélé(PSG/Frakland)

 

Føroysku atkvøðurnar:

Liðskipari: Hallur Hansson

1) Ousmané Dembélé

2) Vitinha

3) Lamine Yamal

 

Venjari: Eyðun Klakstein

1) Ousmané Dembélé

2) Harry Kane

3) Vitinha

 

Miðlar: Símun Christian Olsen

1) Mohamed Salah

2) Ousmané Dembélé

3) Raphinha

------------------------------------------------------------

Liðskipari: Ásla Johannesen

1) Lucy Bronze

2) Aitana Bonmatí

3) Chloe Kelly

 

Venjari: Pætur Smith Clementsen

1) Lucy Bronze

2) Aitana Bonmatí

3) Leah Williamson

 

Miðlar: Símun Christian Olsen

1) Chloe Kelly

2) Aitana Bonmatí

3) Lucy Bronze

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864