Sparing fer at kosta størv og næmingar

Sparing fer at kosta størv og næmingar
Játtanin til Glasir verður skerd meira enn eina millión næsta ár, og tað fær avleiðingar, sigur rektarin
Játtanin til Glasir er skerd, og tað fær avleiðingar.
 
18.12.2025 - 13:57

Kúvendingin hjá landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum, tá hann fyrst ætlaði at taka tvær útbúgvingar á Glasi av, fyri síðani at boða frá, at tær í staðin skuldu styrkjast, fær nú ítøkiligar avleiðingar fyri Glasir.

Avleiðingar, sum fara at kosta lærarastørv og færri næmingar næsta skúlaár.

 

Una Joensen.

 

Una Joensen, rektari á Glasi, hevur kunnað starvsfólkini um, at sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verður játtanin næsta ár skerd eina millión og 125.000 kr.

Una Joensen sær ongar aðrar møguleikar enn at minka starvsfólkahópin, um játtanin verður skerd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18122025_Una_Joensen

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424