Politiskir viðmerkjarar: Valið nærkast

Politiskir viðmerkjarar: Valið nærkast
Politikarar eru farnir at gera vart við seg í ymsum málum, og tað er tekin um, at vit eru farin inn í valárið, siga Árni Gregersen og Beinta Løwe
Árni Gregersen og Beinta Løwe greinaðu politisku støðuna í Breddanum fyrrapartin.
 
18.12.2025 - 14:20

At Ingilín D. Strøm nú ger vart við seg og sigur, at hon góðtekur ikki, at lyftið um styttri arbeiðsviku verður slept, ber boð um, at vit nú fara inn í eitt valár.

Tað siga Beinta Løwe og Árni Gregersen, politiskir viðmerkjarar, sum vóru í Breddanum fyrrapartin

Árni Gregersen væntar, at tað næsta, sum hendir, er, at Ruth Vang og Framsókn fara at halda fast við, at málið um pensjónsaldurin skal samtykkjast, áðrenn málið um Suðuroyartunnilin verður avgreitt. 

Beinta Løwe vísir á, at løgmaður hevur sagt, at meiriluti er ikki í samgonguni at stytta arbeiðsvikuna, men kortini sigur eitt tingfólk hjá Javnaðarflokkinum, at málið skal fremjast. Tað er aftur eitt tekin um, at valið nærkast, heldur Beinta Løwe.

Hoyr innslag her:

 

18122025_Arni_og_Beinta

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650