Fakfelag fekk álvarsliga átalu

Fakfelag fekk álvarsliga átalu
Dátueftirlitið hevur givið Búskapar- og løgfrøðingafelagnum álvarsliga átalu um trygdarbrot
 
26.12.2025 - 08:37


Dátueftirlitið hevur givið Búskapar- og løgfrøðingafelagnum álvarsliga átalu um trygdarbrot.

Felagið boðaði sjálvt Dátueftirlitinum frá om trygdarbrotið.

Tað var í apríl í ár.

Brotið bleiv staðfest 10 minuttir eftir, at tað hendi.

Felagið sendi limum sínum tveir teldupostar við kunning og hevði í tí sambandi av misgáum sent viðkvæmar persónsupplýsingar. 

Øll, sum fingu teldupostin, kundu síggja, hvør annar hevði fingið hann.

Telduposturin var sendur 471 limum.

Gav innlit

Teir fingu so innlit í, hvørjir hinir limirnir í felagnum vóru. 

Dátuftirlitið staðfesti, at Búskapar- og løgfrøðingafelagið ikki fylgdi innanhýsis mannagongdum um trygdarbrot.

Umframt at áleggja felagnum at endurskoða mannagongdir og bygnaðarligu trygdina sum heild og at halda eitt tilvitskuskeið fyri viðkomandi fólk, valdi Dátueftirlitið eisini at geva felagnum álvarsliga átalu.

Fráboðanin um trygdarbrot var send Dátueftirlitinum fimm dagar eftir, at brotið var staðfest. 

Freistin er, sambært dátuverndarlógini, 72 tímar, tríggir dagar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025