Grovar ákoyringar á Føroyar

Grovar ákoyringar á Føroyar
Føroyingar hava av sínum eintingum givið sær meira sild í íslendskum sjógvi og fiska eisini summargýtandi sild har, sum teir ikki hava loyvi at fiska
Íslendska vinnan er í øðini, tí Føroyar hava fingið meiri makrel enn Ísland.
 
26.12.2025 - 16:06

Føroyingar hava av sínum eintingum givið sær meira sild í íslendskum sjógvi og fiska eisini summargýtandi sild har, sum teir ikki hava loyvi at fiska.

Hesar grovu skuldsetingarnar koma frá Einari Sigurðssyni, nevndarformanni í Ísfelagnum, í lesarabrævi, sum hann hevur sent Morgunblaðnum.

Hann sigur eisini, at føroyingar skammleyst hava gjørt seg inn á íslendsk áhugamál, tá makrelsemjan var gjørd herfyri. 

Hann sigur, at tað er einki nýtt í tí, at Noregur ger seg inn á íslendsk áhugamál, tá samráðingar eru um fiskirættindi.

Men tað kemur rættiliga óvart á, at Føroyar skulu gera tað, sigur Einar Sigurðsson.

Føroyingar fingu nógv burtur úr makrelsemjuni, og tað skulu íslendingar svíða fyri, sigur Einar Sigurðsson. 

Endurskoða semjuna

Hann sigur, at íslendskir myndugleikar mugu nú taka um endan og fáa makrelsemjuna enduskoðaða.

Ísfelagið er eitt av størstu fiskivinnufeløgunum í Íslandi. Tað er eisini elsta partafelag í Íslandi.

Felagið hevur níggju skip, millum annað uppisjóvarskip, og trý virki.

Íslendska fiskivinnan er misnøgd við, at føroyska makrelkvotan er størri enn tann íslendska.

Einki stuðlar teirri avgerðini, sigur hon, tí meiri makrelur er í íslendskum sjógvi enn í føroyskum.

Fiskivinnan sigur eisini, at eingin annar í makrelsemjuni hevur latið so nógv sum Ísland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328