Føroyar duga væl at handfara farsóttir

Føroyar duga væl at handfara farsóttir
Korona kostaði landskassanum góða hálva milliard krónur
Øll, sum komu til landið, blivu kannað.
 
29.12.2025 - 09:05


Korona kostaði landskassanum góða hálva milliard krónur.

Covid-19 kreppan vardi í tvey ár, frá mars 2020 til februar 2022. 

Sjey smittubylgjur vóru.

Ein samandráttur úr frágreiðingini um Føroyar og koronafarsóttina frá 2023 er í lógaruppskotinum um farsóttarlóg.

Sagt verður, at sum heild kláraði Føroyar seg væl gjøgnum koronu samanborið við onnur lond. 

Fá fólk í Føroyum doyðu, og kreppan ávirkaði ikki so nógv gerandislívið hjá fólki sum aðrastaðni.

Hugburðurin hjá almenninginum gjøgnum at kalla alla kreppuna var, at tiltøkini hjá myndugleikunum vóru hóskandi, verður sagt.

Gjørligt var at kanna øll fólk, sum komu til Føroya. 

Stór kanningarorka

Í mun til fólkatalið høvdu Føroyar størri kanningarorku enn flest onnur lond. 

Hetta var avgerandi, tí tað bar til at halda fast í eini avbyrgingarætlan, meðan nógv onnur lond steðgaðu við hesum. 

Sermerkt var eisini, at í Føroyum vóru tilmæli heldur enn lógir. 

Á summum økjum var torført at tulka og seta tilmælini frá myndugleikunum í verk. 

Landslæknin sigur, undirtøkan broyttist sum frá leið, eitt nú tá Omikron kom í sjeyndu og síðstu koronabylgjuni. 

Tá gjørdist torførari at fáa fólk at halda tilmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401