Mikkjal Thomassen uppsagdur í AIK

Mikkjal Thomassen uppsagdur í AIK
Svenska stórfelagið í fótbólti AIK boðar frá á heimasíðu felagsins, at Mikkjal Thomassen fer úr høvuðsvenjarasessinum í felagnum - hann er uppsagdur
Mynd: Savnsmynd  
 
04.01.2026 - 11:15

"AIK Fotbol hevur í dag avgjørt, at Mikkjal Thomassen umgangandi fer úr sínum leikluti sum høvuðsvenjarin hjá mansliðnum."

Soleiðis stendur í morgun skrivað á heimasíðuni hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK. Hetta merkir við øðrum orðum, at Mikkjal Thomassen er uppsagdur. 

Í tíðindaskrivinum stendur tó einki um, hví Mikkjal Thomassen er uppsagdur. 

 

Var venjari í 55 dystum

Mikkjal Thomassen bleiv venjari í AIK á summri 2024 og hevur staðið á odda fyri felagnum í 55 dystum. Av teimum 55 dystunum vann AIK 26 undir leiðslu Mikkjals, ið merkir, at hann hevur vunnið 47 prosent av dystununum. 

AIK endaði á sjeynda plássi í fjør, og av teimum 30 dystunum vóru 13 vunnir, níggju endaðu javnir, og átta vóru taptir. Í sjálvum sær ljóðar hetta ikki so galið. 

Frægasta ábendingin um, hví uppsøgnin kemur nú er nokk, at árið í fjør endaði sera illa, tí av teimum fimm síðstu dystunum, so vóru tríggir taptir, ein vunnin og ein endaði javnur. 

 

Liðnum tørvar nýggjan leiðara

Við heimasíðuna hjá AIK sigur ítróttastjórin Fredrik Söderberg, at Mikkjal kom til eitt lið, ið hevði stóran tørv á bygnaði og skipan, og tað fekk hann broytt.

"Tað endaði við, at liðið tók sær søguliga um reiggj á heysti 2024. Tað skal Mikkjal hava tøkk og virðing fyri. At vit nú velja at skifta høvuðsvenjara er tí at vit halda, at liðið og felagið fer at blíva betri við einum øðurm leiðara komandi árini. Eg vil tískil takka Mikkjali so hjartaliga fyri hansara stóra tak fyri AIK."

 

Mikkjal takkar fyri møguleikan

Mikkjal Thomassen takkar eisini AIK fyri møguleikan at gerast høvuðsvenjari í svenska stórfelagnum. 

"Góðu AIK-fjepparar. Stóra tøkk fyri hesa ferðina, ið vit høvdu saman. Takk fyri, at tit góvu mær møguleikan at vera partur av AIK í eina stund. Tað hevur verið ein heiður og ein ábyrgd, sum eg havi átikið mær við heilum hjarta hvørt sekund, ið eg havi verið her."

Nú fyrrverandi føroyski høvuðsvenjarin takkar eisini AIK-leiðsluni fyri møguleikan og samstarvið, ið hann hevur virðismett. 

"Eg fari altíð at vera AIK-fjeppari saman við tykkum og bera felagið við mær í hjartanum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118