Nýggjur ráðgevi um lekar

Nýggjur ráðgevi um lekar
Landsverk fær sær annan ráðgeva til H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum
Umvælingar skulu gerast fyri yvir 30 mió.kr.
 
08.01.2026 - 06:20

Landsverk hevur fingið sær annan ráðgeva til H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í skrivi til fíggjarnevndina.

Á fundi millum landsstýriskvinnuna, Landsverk og fíggjarnevndina 11. desember kunnaði landsstýriskvinna um møguliga áhugaósemju í sambandi við ráðgeving um at tetta lekar í H-bygninginum. 

Landsverk hevur viðgjørt málið og hevur greitt landsstýriskvinnuni frá, at hóast ráðgevingin ikki sjálv metti, at talan er um áhugaósemju, so er týdningarmikið, at eingin ivi kann vera um óhefta ráðgeving í sambandi við umvælingarnar í H-bygninginum.

Tí hevur Landsverk avgjørt at velja annan ráðgeva.

Avgerðin er tikin fyri at tryggja óhefta ráðgeving og fyri at forða fyri, at møgulig áhugaósemja -verulig ella uppfatað - kann gera, at ivi er um arbeiðið ella avgerðir um tað.

Almanna- og heilsumálaráðið er samt við Landsverk, sigur Margit Stórá.

Upplýst verður ikki, hvør nýggi ráðgevin er. ella verður

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928