KÓBOYKEX við enskari útgávu av "Eitt sunnukvøld í plantasjuni"

KÓBOYKEX við enskari útgávu av "Eitt sunnukvøld í plantasjuni"
Hvussu ljóðar "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" á enskum og í einum kovboysligum hami? Ja, tað hevur føroyski bólkurin Kóboykex nú givið sítt boð uppá
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  
 
09.01.2026 - 08:39

Vit kenna øll klassikaran "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" hjá Birna Dam frá 1955, ið Simme og tey gjørdu kendan, og sum verður sungin í so at siga hvørjari veitslu her á landi.

Sangurin snýr seg um eina gentu og ein drong, ið hava leitað sær á ostarfund í plantasjuni í Havn, tí har er so góður friður og slett eingin tey sær.

Men lítið vita tey ungu, at har liggur ein lúrari fjaldur undir greinunum aftanfyri tey, sum at enda spillur teimum ostarleikin, tá hann traðkar á eina grein, so tað runt um alla plantasjuna hvein. 

 

Sunday Evening in the Old Park

Nú hevur føroyski superbólkurin Kóboykex, sum er mannaður av fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, givið teirra boð uppá, hvussu "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" kann ljóða á enskum og í einum kovboysligum hami.


Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

 

"Sunday Evening in the Old Park" kallast sangurin í týðing eftir Heiðrik á Heygum, og sum nú er at finna á øllum stroymingtænastum. 

Kóboykex hevur eisini gjørt eitt litríkt sjónbandalag til sangin, ið Heiðrikur á Heygum hevur leikstjórnað og klipt, meðan tað er Gwenaël Akira Helmsdal Carré, sum hevur staðið fyri upptøkunum.

Í tíðindaskrivi gera Kóboykex vart við, at "Sunday Evening in the Old Park" bara fyrsta av fleiri stakløgum, ið bólkurin fer at geva út í vár í sambandi við, at fyrsta heildarútgávan hjá bólkinum, "Wagon Wheels", kemur út. 

 

A Sunday Evning In The Old Park

Orð & lag: Birni Dam
Týðing: Heiðrikur á Heygum

A Sunday evening in the old park
Two beating hearts, a fiery spark
A boy and a girl
I’m going out of this world
I was lurking behind, in the dark
A Sunday evening in the old park

Oh darling oh darling
Come sit right next to me
Oh darling oh darling
Come sit here where no one can see

I was hiding behind bushes and leaves
Their whispers driiiifting on the evening breeze
But then a branch broke, loud and bright
It cut straight through the velvet night
It was this that startled them so
A Sunday evening in the old park

Oh darling oh darling
Come sit right next to me
Oh darling oh darling
Come sit here where no one can see

 

Tey, ið luttaka á upptøkuni, eru:

Heiðrikur á Heygum, sang
Sigmund V.P. Zachariassen, gittar
Lea Kampmann, kór

Framleiðsla: Heiðrikur á Heygum & Sigmund V.P. Zachariassen

Samframleiðsla og ljóðblandað: Heðin Ziska Davidsen

Heini Ragnarsson, mastrað

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498