Býráðið í Runavík verður sitandi

Býráðið í Runavík verður sitandi
Umvalið, sum skuldi vera týdagin, verður av ongum, eftir at rætturin hevur talað
Runavíkar býráð, sum var valt í november 2024, verður sitandi, tí rætturin hevur avgjørt, at einki umval skal vera.
 
09.01.2026 - 15:22

Umval verður kortini ikki í Runavíkar kommunu týsdagin.

Tað er niðurstøðan hjá dómaranum, sum nú hevur skorið ígjøgnum og gjørt úrskurð í sivilsakarmálinum, sum fimm býráðslimir í Runavíkar kommunu reistu móti Fíggjarmálaráðnum.

Teir fimm býráðslimirnir, teirra millum borgarstjórin og varaborgarstjórin, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál. Býráðslimirnir vildu hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum - um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval - strikaða.

Tað vil siga, at umvalið, sum er lýst at verða týsdagin í næstu viku, skal steðga, til málið er endaliga avgjørt av dómsvaldinum.

Og hesum tekur dómarin undir við. Umval verður tí ikki í Runavíkar ommunu týsdagin 13. januar.

Sí úrskurðin her.

Málið var fyri í Føroya rætti týsdagin. Dómarin vildi tó hava umhugsanartíð. Og tí er úrskurður ikki sagdur fyrr enn í dag.

 

Sigurjón Einarsson.

 

Hoyr samrøðu við Sigurjón Einarsson, sum hevur fylgt málinum í rættinum fyri Kringvarpið:

 

09012025_Sigurjon

 

Tað vóru sum nevnt fimm av 11 býráðslimum í Runavík, sum stevndu Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál.

Tey vóru Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, Sigrún Jónsveinsdóttir, Jóhan Vest, og Petur Hansen.

Býráðslimirnir vildu hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum - um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval - strikaða. 

Hvørki Fíggjarmálaráðið ella advokaturin hjá ráðnum vildu gera viðmerkingar, beint eftir at úrskurðurin var sagdur í Føroya rætti seinnapartin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643