Føroyska kvinnan arbeiddi saman við samsekum

Føroyska kvinnan arbeiddi saman við samsekum
Sambært dóminum hevur hon svikað offur fyri umleið 10 milliónir krónur og roynt at fremja svik fyri upp ímóti 37 milliónum aftrat
Býarrætturin í Keypmannahavn dømdi føroysku kvinnuna hálvt fimta ára fongsulsrevsing. Kvinnan skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2026 - 08:06

Føroyska kvinnan, sum var dømd fýra og eitt hálvt ára fongsulsrevsing í býarrættinum í Keypmannahavn fyri grovt og skipað telefonsvik, arbeiddi saman við øðrum samsekum.

Tað kom fram í rættinum.

Talan er um Honnu Christinu Gærdum Matras úr Klaksvík, sum í gjár var funnin sek í øllum seks ákærunum í málinum. 

Sambært dóminum hevur hon svikað fleiri offur fyri umleið 10 milliónir krónur, og harumframt hevur hon roynt at fremja svik fyri upp ímóti 37 milliónum krónum aftrat.

Ákærin segði í rættinum í gjár, at alt er gjørt í samspæli við samsekar brotsmenn, sum í sær sjálvum kemur undir skerpandi umstøður.

Aðrar skerpandi umstøður vóru, at hon misnýtti tað álit, ið hon hevði sum sjúkrarøktarfrøðingur, og fór eftir eldri fólkum, sum høvdu tørv á hennara umsorgan.

- Hon misnýtir sín myndugleika og síni evni til at manipulera tey eldru, segði ákærin í rættinum. 

 

Bakmaður varðhaldsfongslaður "in absentia"

Ein bakmaður, sum TV2 avdúkaði í sendingini "Den falske politikommissær," er eisini skuldsettur fyri at hava framt svik í teimum fimm viðurskiftunum, sum føroyski sjúkrarøktarfrøðingurin bleiv dømd fyri. 

Talan er um ein 27 ára gamlan dansk-turkara; hann er varðhaldsfongslaður "in absentia", tí hann er staddur uttanlands. Sambært TV2 er hann staddur í Turkalandi.

Ákærin viðurkendi í rættinum, at tann dømda ikki er bakmaður í netverkinum. 

Hanna Christina Gærdum Matras skeyt alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176