Lagið er gott umborð á Norrønu

Lagið er gott umborð á Norrønu
1.000 ferðafólk eru við Norrønu, sum leggur at í Oslo fríggjamorgunin klokkan 8
 
15.01.2026 - 10:53

Hýrurin er góður umborð, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril-Line. Og nógv er gjørt burturúr. Í gjárkvøldið tryggjaði DJ Haraldsen góða hýrin á dansigólvinum. Harumframt vóru tónleikaframførslur á skránni við Guðrun Sólju Jacobsen, Janus Rasmussen, Roks, Róki Jákupssyni, eins og DJ Ottar eisini trein pallin. Harumframt var pub kvis á skránni, og hana skipaði James Olsen fyri.

Í dag verður tónleikur og barnaundirhald á skránni, eins og skipað verður fyri tiltøkum í kvøld og meðan ligið verður við bryggju í Oslo.

Tey 1.000 ferðafólkini fevna breitt, tá talan er um aldursbýtið. Ein stórur partur er í 40- og 50-árunum, eins og nógv ung eru millum tey ferðandi. Harumframt eru børn og fólk, ið eru eldri. Miðalaldurin er 39 ár.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Henny á Líknargøtu her!
 

1788469

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483