Samfelagið ikki lagað til húski við einum fólki

Samfelagið ikki lagað til húski við einum fólki
Breddin varpaði ljós á málið fyrrapartin
Alsamt fleiri av teimum, sum biðja um lán, eru húski við bert einari inmntøku. Og útboðið av hóskandi bústøðum er ikki nøktandi, siga tey í Suðuroyar Sparikassa. (Savnsmynd)
 
20.01.2026 - 12:55

Vanligasta húskið í Føroyum er nú ein einsamallur vaksin, og soleiðis hevur gongdin verið síðani 2020.

Hóast hesa gongd, er føroyska samfelagið ikki lagað til hesa gongdina, og tað er millum annað ein avbjóðing í samband við bústaðarlán.

Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og tað er vaksið á hvørjum ári. 

Breddin varpaði ljós á málið í sendingini fyrrapartin.  

Tosað var við Sannu Nolse Djurhuus og Teit Friduson Andreasen, sum eru flutt heimaftur, og sum er einsamøll í húskinum. Tey vísa bæði á trupulleikan við bústaðarmarknaðinum. 

Í Suðuroyar Sparikassa staðfesta tey, at alsamt fleiri av teimum, sum biðja um lán, eru húski við bert einari inmntøku. Og útboðið av hóskandi bústøðum er ikki nøktandi, sigur Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

20012026_Huski

 

Hoyr allan Breddan her. 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809