Teis: Kunnu vera ernir av avrikinum

Teis: Kunnu vera ernir av avrikinum
- Vit lærdu eina rúgvu, sum vit heilt víst skulu taka við okkum, segði Teis Horn Rasmussen eftir tapið fyri Slovenia, sum sendi Føroyar út úr EM-kappingini
20.01.2026 - 22:26

Føroysku spælararnir vóru bæði vónbrotnir og kenslubornir eftir 30-27 tapið fyri Slovenia, sum merkti at Malmø og miðumfar ikki gjørdist veruleiki.

Teis Horn Rasmussen var ein teirra. Strikuspælarin harmaðist um úrslitið, men hann var eisini errin.

 - Hatta var ikki tað, vit høvdu ætlað, men yvirhøvur kunnu vit vera stoltir av avrikinum hjá okkum. Vit spæla væl til tíðir. Vit fáa eina góða løtu fyrst í seinna hálvleiki, sum vit vinna 5-2, men hatta er eitt fantastiska gott lið, segði Teis Horn Rasmussen eftir dystin.

 - So mangla vit nøkur prosentir eisini bæði offensivt og defensivt. Vit brenna skot, sum vit vanliga ikki kiksa upp á, og teir fáa onkrar uttaru síður. Ja, tungt.

LES EISINI: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Slovenia

Sveis hevði hølvað eitt hálvhjarta montonegrinskt landslið av við 17 málum í fyrra dystinum, og tí vistu føroyingarnir, at teir skuldu hava stig ímóti slovenum, um miðumfarið skuldi røkkast.

Teir stríddust allan dystin á tamb, men tað var í roynd og veru bert ta løtuna fyrst í seinna hálvleiki, tá Føroyar vóru á odda við tveimum, at Malmø hómaðist av álvara. Slovenia spældi væl, vardi hart, og hóast tað kostaði útvísingar og eitt reytt kort, megnaðu mótstøðumenninir at ørkymla føroyska álopsspælið.

 - Vit lærdu eina rúgvu, sum vit heilt víst skulu taka við okkum, helt Teis Horn Rasmussen, sum sera fegin hevði vilja sloppið at roynt seg ímóti Íslandi, Svøríki og hinum í miðumfarinum. 

 - Tað er nakað lort. Eg hevði væl tímað at spælt víðari. Vit kundu gott havt fýra dystir afturat í okkum, men vit komu her við greiða málinum um at vinna ein dyst. Tað kláraðu vit. Fingu eisini stig ímóti Sveis, sum vit eisini skulu vera ernir av.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980