Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Slovenia

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Slovenia
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tepra tapinum fyri Slovenia og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
21.01.2026 - 00:27

Dreymurin um eitt miðumfar saman við Íslandi, Ungarn, Svøríki, Kroatia og Slovenia brast, tá síðstnevnda vann 30-27 á Føroyum í 3. umfari av bólkaspælinum í Oslo. 

Føroyingarnir hingu í allan dystin, og eitt skifti beint eftir steðgin vóru teir frammanfyri við tveimum málum. Stígur kom tíverri í eftir hetta, og til endans vóru slovenar bara eitt lítið sindur hvassari, sendur Føroyar heim og Sveis í miðumfarið.

Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.

 

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

 

Pauli Jacobsen 3,5

Níggju bjargingar upp á 38 skot gevur 24%. Ein dystur, har Pauli hevur nakrar sera flottar bjargingar, men eisini átti at tikið nøkur afturat. Ofta sleppa slovenar til alt ov góðar møguleikar, og tí gerast arbeiðsumstøðurnar sera vánaligar. Ein trupul dystur hjá liðskiparanum.

 

Tórður Guttesen Skorheim

Er bert inni til eitt brotskast, og tað er ikki nóg mikið til stig. Hann ger tó arbeiðið til lýtar í dag og ger ikki mætari enn at bjarga úr sjey metrum.

 

Helgi Hildarson Hoydal

Ikki á dómaraseðlinum.

 


Leivur Mortensen hevur í longri tíð verið ósvitaliga tryggur av vinstra veingi, men í dag misnýtti hann tvey av fýra. (Mynd: kolektiff)

 

Leivur Mortensen 3

Vit síggja nakað so óvanligt sum tvey brend skot upp á fýra skotroyndir frá annars sera trygga veinginum. Seinasta brenda skotið kemur enntá í løtuni, tá vit eru um at fáa slovenar aftur. Ikki heilt dagurin hjá Leivi.

 

Allan Norðberg 3

Av trimum royndum, skorar Allan bert upp á eina. Fær 16 minuttir á vøllinum í dag, tí Vilhelm skuldi hava hvíld ella sat uttanfyri við sekt. Eins og restin av liðnum, brendi Allan alt ov nógv í dag.

 

Bjarni Selvindi

Spælir ikki í dag.

 

Pætur Mikkjalsson 3

Fær níggju minuttir í dag, tá bæði Teis og Ísak skuldu hava hvíld. Ger tað fyri so vítt nokkso gott, hóast hann onkuntíð verður settur av skjótu slovenunum.

 

Rói Berg Hansen

Kom ikki inn í dag.

 


Av høgra veingi var effektiviteturin heldur ikki í topp ímóti Slovenia. Hákun West av Teigum kennir seg kanska noyddan at fara eftir málinum viðhvørt, hóast vinkulin er ímóti honum. (Mynd: kolektiff)

 

Hákun West av Teigum 3

Høgri vongurin fær sjey royndir, men brennir heili tríggjar teirra. Tað er rættuliga óvanligt fyri Hákun, hóast brendu royndirnar vóru úr sera vánaligum støðum. Neyvan ein dystur, sum Hákun er fullnøgdur við.

 

Vilhelm Poulsen 3

Verjuskansin á bakkinum spældi aftur í dag sera væl í verjuni. Oftast heilt einsamallur um at dekka bakkin. Verjuparturin er lítaleysur, men vit sleppa ikki undan at taka álopspartin við, har bert tvær av seks royndum vórðu umsettar til mál, og tað kostar nógv í dag.

 

Tróndur Mikkelsen 3,5

Nokkso fitt av spælitíð til Trónd í dag, men tað er bert í verjupartinum. Tróndur er vorðin ein sera tryggur verjuleikari, sum bara ger eitt rættuliga gott arbeiði.

 

Kjartan Johansen

Ikki á dómaraseðlinum.

 

Ísak J. D. Vedelsbøl 3

Aftur í dag nærum fulla spælitíð. Skuldi tó út at sita heilar tvær ferðir fyri sekt. Saman við Teis er Ísak tann, sum fær flestar minuttir í miðverjuni, og tað er líkasum vorðið skansin hjá okkum. Lítaleysur í verjustøðu, men brendi báðar møguleikarnar, hann fær í dystinum.

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu gongur á odda á føroyska liðnum. Alt hepnaðist ikki í dag, men hevði dirvið og árræði ímóti góðu slovensku verjuni. (Mynd: kolektiff)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 4

Tekur sera stóra ábyrgd á seg í dag, og tað var stórur tørvur á tí júst í dag. Vit høvdu sera truplt við at koma til málroyndir – kanska serliga seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Slovenia ansaði sera væl uppá, at Elias ikki slapp til royndir, men hóast tað fær Elias níggju mál. Tað skuldu tó 14 royndir til. Fær eisini fýra mál upp á fimm brotskøst.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Kemur ikki inn í dag.

 

Óli Mittún 4

Aftur ein góður dystur frá Óla. Bert eitt brent skot, sum gevur átta mál uppá níggju royndir. Óli er í dag fyri nærum harðskapsatsókn – ja, eg havi ikki orð fyri slíkum - at eg vóni, at hon verður sektað við leikbanni restina av kappingini. Hóast Óli noyðist av vøllinum við næsablóði, kemur hann aftur og spælir restina av dystinum. Sá rættuliga troyttur út í løtum, og í endanum av dystinum vórðu atsóknirnar oftast steðgaðar av slovenum.

 


Óli Mittún fekk sera harða viðferð frá slovenum, og støðan omanfyri kostaði millum annað reytt kort til Matic Suholežnik og næsablóð til fótfima bakkin, sum tó reisti seg aftur og skoraði sjey ferðir (Mynd: kolektiff)

 

Teis Horn Rasmussen 4

Spælir so at siga allan dystin í dag, um vit síggja burtur frá tveimum minuttum, tá hann skuldi út við sekt. Tað varð lagt sera hart trýst á miðverjuna allan dystin, og tungu strikuleikararnir hjá Slovenia gjørdu, at serliga spælskiparin nakað ofta slapp heldur langt inn at skjóta. Ein rættuliga góður dystur frá Teis í dag, har hann sum hin einasti skorar uppá alt hann fær. Tvey skot og tvey mál.

 

Pauli Mittún

Spælir ikki í dag.

 


Teis Horn Rasmussen er ein av trimum, sum fáa fýra frá Inga Olsen í Undirhondini. Hann er avgerandi spælari bæði í verju og álopi og skorar upp á báðar sínar skotroyndir. (Mynd: kolektiff)

 

Peter Bredsdorff-Larsen 3

Uppgávan í dag var ikki løtt. Tað vistu vit framanundan. Vit fáa aftur í dag eina ringa byrjan eins og í hinum báðum dystunum. Vit renna aftaná allan dystin, um vit taka stuttu løtuna fyrst í seinna hálvleiki, har vit stutt koma tvey mál framum, burtur av.

Ein kritikkur, sum eg onkuntíð havi havt, er, at vit spæla við so fáum leikarum. Møguliga elvir hetta til mongu misnýttu kjansirnar í dag. Men hvønn skal ein seta inn, tá vanligu leikararnir ikki sláa til? Tað er sjálvandi torført, um teir ikki hava spælt nakað serligt í kappingini.

Vit skora bert upp á 59% av royndunum, og tað er alt ov lítið. Dysturin í dag var harður – næstan harðligur – og tá er ofta gott at sleppa út at fáa luft til heilan. Um hetta er orsøkin, er sjálvandi ilt annað enn at gita um, men eg haldi tó fast við tann kritikkin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839