Runavíkar Havn bjóðar seg fram

Runavíkar Havn bjóðar seg fram
Tá Smyril ikki fær lagt at í Havn, er hann væl komin inn á Runavík
Møguliga verður Runavík alternativ havn hjá Smyrli, tá hann ikki sleppur inn um Molan í Havn
 
12.12.2013 - 15:56

Runavíkar havn er til reiðar at samráðast við avvarðandi myndugleikar um ábøtur og tillaginar á havnalagnum, so Runavík verður alternativa havnin hjá Smyril, tá skipið ikki sleppur at í Havn. Tað siga Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur í einum svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu úr Tjóðveldi, ein møguleiki er at byggja alternativa havn á argjalandinum til Smyril.

Ferjuskráin ein trupulleiki

Um Runavík sigur landsstýrismaðurin, at har eru góðar umstøður. Men Smyril fær ikki brúkt skráan til hekkuportrini.

Havnarmeistarin og borgarstjórin í Runavíkar kommunu eru ikki samdir um hetta. Teir siga, at bæði Norrøna og Smyril hava brúkt ferjuskráan í Runavík við góðum úrsliti.

Vilja Vinnumálaráðið og Strandferðslan, at ábøtur og tillagingar skulu gerast, so Runavík hóskar betur, er Runavíkar havn fús at samskifta við viðkomandi myndugleikar, soleiðis at Runavík kann gerast fasta alternativa havnin hjá Smyrli, tá hann ikki sleppur at bryggju í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328