Sámal í uppskoti at vinna Bodil-heiðursløn

Sámal í uppskoti at vinna Bodil-heiðursløn
Sjónleikarin Sámal Hansen hevur møguleika at vinna TV2 Talentpris, tá Bodil-heiðurslønirnar verða latnar 7. mars í ár
 
28.01.2026 - 10:37

Sjónleikarin Sámal Hansen er í uppskoti at vinna heiðurslønina TV2 Talentpris.

Hetta verður tann  tann 7. mars í Keypmannahavn, tá kendu Bodil-heiðurslønirnar verða latnar. 

Henda talentheiðurslønin verður latin ungum, nýggjum fólkum, sum hava gjørt vart við seg í filmsvinnuni.

Seinast Sámal Hansen var at síggja á løriftinum, var tað í høvuðsleiklutinum sum Kári í filminum hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð. Og tað er eisini fyri henda leiklutin, at Sámal Hansen er í uppskoti at vinna TV2 Talentpris.

Umframt Sámal Hansen eru fýra onnur ung fólk í uppskoti at vinna júst hesa heiðurslønina.

Bodil-heiðurslønirnar verða latnar í Folketeatret í Keypmannahavn leygarkvøldið 7. mars 2026.

1791201


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597