Jeff Buckley endaður á Billboard Hot 100 tríati ár eftir at hann andaðist

Jeff Buckley endaður á Billboard Hot 100 tríati ár eftir at hann andaðist
30 ár eftir at amerikanski tónlistamaðurin Jeff Buckley andaðist í einari druknivanlukku, er TikTok orsøk til, at ein sangur hjá honum fyri er komin á Billboard Hot 100-listan
Mynd: Shutterstock.com  
 
31.01.2026 - 17:00

Sosiali miðilin TikTok er beinleiðis orsøkin til, at ein sangur hjá Jeff Buckley, sum annars andaðist fyri næstan 30 árum síðani, einans 30 ára gamal, er endaður á Billboard Hot 100-hittlistanum

Talan er um sangin "Lover, You Shuld've Come Over", sum er at finna á einkarútgávu Buckleys, "Grace", frá 1994. 

Sangurin er vorðin sera væl umtóktur á TikTok, har sangurin verður brúktur í samband við ymisk videobrot hjá brúkarum, og tað hevur ført til, at sangurin herfyri bleiv stroymdur 3,8 miliónir ferðir upp á eina viku í januar í USA. 

Hetta hevur gjørt, at sangurin er endaður á 97. plássi á Billboard Hot 100. 

 

Druknaði 30 ára gamal

Jeff Buckley druknaði annars 29. mai 1997, einans 30 ára gamal, tá hann fór at svala sær á við einum svimjitúri í Wolf-ánni, sum rennur út í Mississippi-ánni við býin Memphis í USA. 

Sangin, "Lover, You Should've Come Over", skrivaði Buckley um sítt syndraða parlag við Rebeccu Moore. 

"Eg skrivaði sangin, meðan eg lá og bíðaði eftir at telefonini í mínari íbúð skuldi ringja," hevur Jeff Buckley greitt frá. "Men hon ringdi ongantíð."

Sangurin fekk nýtt lív í sambandi við, at heimildarfilmurin "Its Never Over: Jeff Buckley" hjá Amy Bergman bleiv útgivin í august 2025.

Síðani tá hevur sangurin litigið á Hot Rock and Alterativ Songs-hittlistanum, men nú er hann eisini komin upp á Billboard Hot 100.

 

Sonur Tim

Jeff Buckley var sonur kenda fólkatónlistamannin Tim Buckley, sum eisini doyði ungur, 28 ára gamal, í 1975 av einari heroin-yvirdosis.

Tim Buckley er serliga kendur fyri sangin "Song to the Siren", ið eitt nú George Michael, Robert Plant, This Mortal Coil og onnur hava tulkað. 

Sambandi millum faðir og son var vánaligt, tí Tim Buckley fór frá Jeff og mammu hansara, tá Jeff var bara seks mánaðir.

Hóast tað, so var tað til eina heiðurskonsert fyri pápan, Tim, í einari kirkju í Brookleyn, at Jeff Buckley bleiv uppdagaður. Har spældi Jeff sína útgávu av Tim Buckley sanginum "I Never Asked to Be Your Mountain", ið Tim skrivaði til fyrrverandi konu sína og sonin, Jeff. 

 

Grace

Jeff Buckley, ið annars hevði virkað nógv sum tónleikari fyri onnur í áttatiárunum, vann sær støðugt størri undirtøku fyrst í nítiárunum, áðrenn hann í 1992 skrivaði sáttmála við Columbia Records og útgav einkarplátuna "Grace" í 1994. 

Kendasta skering á hesari plátu er uttan iva tulkingin hjá Jeff Buckley av "Hallelujah" hjá Leonard Cohen. 

Í 1996 var Jeff Buckley byrjaður at innspæla aðru plátuna, sum hevði fingið arbeiðsheitið "My Sweetheart the Drunk". Og tað var í hesum sambandi, at hann í 1997 var fluttur til Memphis, Tennessee, fyri at gera plátuna lidna. 

Lagnudagin 29. mai 1997 bíðaði hann eftir, at bólkur hansara skuldi koma til Memphis úr New York at spæla inn. Júst sum Jeff fór ein svimjitúr í Wolf-ánni, sigldi ein sleipibátur framvið. Jeff Buckley fór undir aldurnar frá sleipibátinum og kom ongantíð upp aftur. Hann bleiv funnin tveir dagar seinni.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401