Útnorðurráðið stuðlar Grønlandi treytaleyst

Útnorðurráðið stuðlar Grønlandi treytaleyst
Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur á fundi í Tórshavn samtykt at vísa Grønlandi og grønlendingum sín fulla stuðul
Formansskapurin í Útnorðurráðnum við grønlendska flagginum, Erfalasorput, sum merkir okkara flagg. Frá vinstru eru tað Jón Gnarr (Í), formaður, Lars Poulsen, varamaður fyri Kim Kielsen, sum er 2. næstformaður og Bjørt Samuelsen, sum er 1. næstforkvinna
 
31.01.2026 - 09:00

Útnorðurráðið hevði evnisráðstevnu í Havn í vikuni, og í samband við ráðstevnuna, sum hevði heitið "Bjarari vón fyri trvinað hjá ungum í útnorðri", samtykti formansskapurin ráðnum fyrsta úttalilsi hjá Útnorðurráðnum í 2026, sum sigur, at Útnorðurráðið stuðlar grønlendska fólkinum og íkastið hjá londunum í útnorði til at styrkja trygdina í Arktis.

Í skrivinum frá formansskapinum í Útnorðurráðnum, sum er undirskrivað av Jón Gnarr, formanni í ráðnum, verður sagt, at ráðið treytaleyst stuðlar Grønlandi og sjálvavgerðarrættin hjá grønlendska fólkinum og at territoriali yvirvaldsrætturin í Grønlandi skal virðast.

Útnorðurráðið leggur dent á týdning av samanhaldi við tí endamáli at íbúgvarnir í londunum í útnorði kunnu liva eitt trygt og demokratiskt lív.

Útnorðurráðið stuðlar eisini tí íkasti, sum londini í útnorði geva til samstarvið í NATO-høpi fyri at styrkja trygdina í Grønlandi, Útnorði og í Arktis.

Útnorðurráðið er mannað við 18 parlamentariskum umboðum úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Ráðið verður stýrt og lagt til rættis av formansskapinum, og í honum sita í løtuni Jón Gnarr, sum er formaður, Bjørt Samuelsen, sum er 1. varaforkvinna og Kim Kielsen, sum er 2. varaformaður.

Tingfólkini, sum umboða Føroyar í ráðnum eru: Eyðdis Hartmann Niclasen, Henrik Old, Bárður á Lakjuni, Bjørt Samuelsen, Karlot Hergeirsson og Jenis av Rana.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650