Ferðavinnufelagið: Uppskot um stutttíðarleigu ger ikki javnari kapping

Ferðavinnufelagið: Uppskot um stutttíðarleigu ger ikki javnari kapping
Felagið vil hava krav um, at bústaðir, sum ætlanin er at brúka til stutttíðarleigu, skulu skrásetast
Ferðavinnufelagið hevur skrivað hoyringarskriv um uppskotið frá landsstýrinum um stutttíðarleigu. (Savnsmynd)
 
06.02.2026 - 10:44

Uppskotið ger ikki karmar um javnari kapping. Tað er kappingin millum gistingarhús og stutttíðarleigu. 

Tað sigur Ferðavinnufelagið um uppskotið hjá landsstýrinum um stutttíðarleigu.

Felagið vil hava krav um, at bústaðir, sum ætlanin er at brúka til stutttíðarleigu, skulu skrásetast.

Endamálið við tí er, at tað almenna lættari kann hava yvirlit um stuttíðarleigu, serliga fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld verða goldin, so stutttíðarleigan ikki er kappingaravlagandi, sigur Ferðavinnufelagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag vil eisini hava slíka skráseting.

Bæði Ferðavinnufelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag taka annars undir við, at karmarnir um stutttíðarleigu verða skipaðir.

Les hoyringarskrivið frá Ferðavinnufelagnum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091